140x140

Máling, beisa og lakk

Máling, beisa og lakk kunnu innihalda evni, ið eru vandamikil fyri heilsuna og umhvørvið. 

 

Hetta er bæði galdandi fyri ta flótandi vøruna og fyri máling, beisu og lakk, sum er harðnað á ymiskum vørum. Tó er tað mest fyrstu dagarnar, at evnini dampa úr málingini.


Máling, sum er ætlað til vátrúm, og uttandura træmáling innihalda ofta kemisk evni, sum týna soppavøkstri, fungicid. Hesi kunnu vera óheppin í mun til inniluft og til umhvørvið.
 

Gev gætur, at gomul máling ofta inniheldur fleiri dálkandi kemisk evni enn máling, sum nú stendur á handilshillunum. Hetta er serliga galdandi fyri oljumáling.

 

Aftrat óynsktu evnunum, innihalda summi sløg av máling, beisu og lakki eisini organisk loysingarevni (VOC) og ovurviðkvæmiselvandi evnini formaldehyd, isocyanat og isothiazolin (haldevni, millum annað marknaðarført undir handilsnavninum katon). Áhaldandi nýtsla av organiskum loysingarevnum kann elva til varandi heilsuskaða, orsakað av dampi, sum loysingarevnir kunnu geva frá sær.

 

 

Málaðar vørur 

Máling, beisa og lakk, ið fæst til keyps, innihalda sum oftast færri óynskt evni enn  vørur, ið yrkismálarar nýta. Tó kunnu málaðar, beisaðar og lakkeraðar vørur innihalda óynskt evni, ið ikki eru í máling, beisu og lakki, sum eru til sølu.


 

Dømi um dálkandi evni í máling, beisu og lakki:

 

  • VOC 
  • Formaldehyd
  • Isocyanat
  • Isothiazolin (katon)                  

        

 

Góð ráð

  • Keyp svanamerkta máling og lakk, sí niðanfyri
  • Brúka vatngrundaðar vørur, tá tað ber til, til tess at sleppa undan ávirkan frá loysingarevnum
  • Vel lægstu MAL kotu. Les meira her.

 

Svanurin og Blóman

Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarliga máling, lakk o.a. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Svananum ella Blómuni, er tað trygd fyri:

  • At vøran er millum tær minst umhvørvistyngjandi av sínum slag,
  • At atlit eru tikin at tínari heilsu,
  • At góðskan er góð.

 

Svana- og Blómumerkt máling, lakk o.a.
 

            

       

 

Burturbeining

Máling og íløt við leivdum av máling, beisu og lakki skal burturbeinast sum serliga dálkandi burturkast/vandamikið burturkast. Tóm málingarblikk o.l. kunnu brennast. Les meira um burturbeining av burturkasti her.

 
 

Les hvat onnur skriva

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Máling, beisa og lakk